Tey Av Kamarinum - Mamma Mín
Tóki Brattalíð
0:00 / 0:00
Tey Av Kamarinum - Mamma Mín
9 986 просмотров · 6 лет назад
Tóki Brattalíð
3,43 тыс. подписчиков
9 986 просмотров · 6 лет назад
Orð: Harry Birtilið Lag: Águst Pétursson
Góða mamma, tú íð lívið gav mær,
aftur koma barndómsdagar ei,
men tey ljósu minni, eg fekk frá tær
vilja lýsa mær á lívsins leið.
Mangar mammur syrgnar heima sita
tí ein sonur gloymdi burtur tær.
Men mín góða mamma tú skalt vita,
at tú stendur hjarta mínum nær.
Meðan tú enn livir, vil eg veita
hesa hjartans heitu tøkk til tín,
og av sonnum skal tú altíð eita:
Heimsins besta mamma, mamma mín.
Tá tú burt er farin vil tín andi
Høgt av himli fylgja míni ferð
Hvar eg sigli gangi ella standi
Veit eg tú við mína síðu er
Og tá lívsins stormar á meg herja
og eg óttafullur standi har
veit eg, tú við bønum meg vilt verja
móðireygað vekjur yvir mær
Áslakkur syngur 1960