Kvøldseta fyri Niels Midjord 2009
Olivar J. Olsen
0:00 / 0:00
Kvøldseta fyri Niels Midjord 2009
103 просмотра · 9 дн. назад
Olivar J. Olsen
45 подписчиков
103 просмотра · 9 дн. назад
Niels Midjord í Fuglafirði seksti ár 13. juni, í hesum sambandi var
Kvøldseta fyri Niels í Mentanarhúsinum hóskvøldi tann 11. juni 2009.
Framførslur: Fuglafjarðar hornorkestur, Ólavur Højgaard, Lív Næs, Helgi Midjord, Dánjal Vang, Niels Midjord, Petur Jacob Eliasen (Lylli), Hanus G. Johansen, Poul Jacob Lundsbjerg, Petur Martin Petersen, Jens Jensen, Kingobólkurin úr Tjørnuvík, Frits Johannesen. Tey sum ikki eru á hesum video eru: Dávur Winther, Kári Sverrisson og Hans Jacob Kollslíð, Samson í Lambanum, og Teir átta. Løg í vóru spæld: Eg havi einki heim, Bláklokka, Soleiðis vil eg vera, Vidalida og Vårvisa.
-------------------
Tað byrjaði við Tveimum feitum flugum á mentanarstevnuni 1987, sum LISA skipaði fyri, til Alf Proysen, sum kom út á fløgu í føroyskum búna fyri stuttum við honum og Vár Næs sum sangarar.
Gittarin og hansara musikalsku evni
Brot úr heilsu frá Frits Johannesen:
Gittarin er hansara sál. Hann hevur hetta fima í sinum fingrabørnum, sum akta hann, tá ið hann spælir upp á hetta ljóðførið. Hann spælir í barokstíli, tá ið hann letur kingoløg í henda ljóðsæla dám. Hann rennur við neglunum eftir streingjunum, meðan hann spælir Evert Taube og Alf Proysen ella... bara tað, tá ið hann syngur: Mín grái Fordur, so er hansara námsfrøðiliga snildi í fingrasnippunum lagt í eina legu, sum spinnir sælar tónar og dreymar úr hesum ljóðføri.
Niels dugir eisni at seta út fyri blandað kór. Hann hevur dugnað Fuglafjarðar sangkóri í mong ár, sum basssangari og “ húskomponistur”. Lagið, Himnafaðir, hevur Fuglafjarðar sangkór tikið til sín sum sítt einkarbarn, og dámar okkum væl at syngja hesa mergjaðu yrking av Kristian Osvald Viderø.
Niels spælir es-bass í Fuglafjarðar hornorkestur, og eru teir báðir vorðnir sum stúkan og rekkjuváðin í hesum tónleika umhvørvi. Hetta ger, at Niels í hesum ljóðføri røkkur langt við síni mannahugsan um tónleik og tónleika mentan.
Við sinum lítilætna lyndi hevur Niels givið okkum alsk til vísir, kórsang, horntónleik, kingoløg, Evert Taube, Gunnleif Thomsen og Alf Proysen. Hetta er ein lívgevandi vágur, sum ríkar sinnið dag og dagliga , og vælsignað veri hondin ....... og røddin millum Kirkjurygg og Ennið.
Frits 08.06.2009