Sweeney - Tey av Kamarinum - 1961
Tey av Kamarinum - Official
0:00 / 0:00
Sweeney - Tey av Kamarinum - 1961
844 просмотра · 1 год назад
Tey av Kamarinum - Official
119 подписчиков
844 просмотра · 1 год назад
Sweeney - Orð: Henry Lawson/Slim Dusty - Áslakkur av Kamarinum (týtt úr enskum) – Lag: Slim Dusty
Tónleikarar: Áslakkur av Kamarinum, sangur – Eyðbjørn av Kamarinum, gittar – Simme Arge Jacobsen, gittar - Jákup Luth Joensen, bass
Upptikin í íbúðini hjá Simma og Connie úti við Landavegin.
Upptøka: Simme Arge Jacobsen við einum Eltra bandupptakara.
Útgáva: Simme Arge Jacobsen (Harmoni)
Tøkk til Djóna Andreassen fyri lán av plátu og kápu.
Myndirnar eru privat ogn.
Kelda og gittartalsetingar: Eyðbjørn av Kamarinum
Lagt á Youtube og sett saman: Ólavur Jakobsen
SWEENEY
C
Fyrstu ferð mítt eyga við teg,
G
ja, mítt eyga við teg bar.
Tað var kalt tað vetrarkvøldið,
C
men mítt hjarta ornaði.
Og mín fyrsti tanki var tá:
”Hasa gentu má tú fá”,
eg legði eina snaru -
C7
og gentan hon sat á!
F
Men nú siti eg og ivist,
C
um eg mundi gera rætt.
D7
Tí tað velti allar planir,
G
ið eg júst tá hevði lagt:
At eg skuldi vera gamal,
gamal drongur – tað var vist.
Men teir tankar havi eg nú,
lagt í ísskáp mítt og fryst!
Ja, so segði neyðar Sweeney,
áðrenn gentuna hann fann,
men hann sigur tað ei meira,
tí til prestin hon dróg hann.
-So hann situr enn og ivast,
um hann mundi gera rætt,
tí hon velti allar planir,
ið hann júst tá hevði lagt:
At hann skuldi vera gamal,
gamal drongur, tað var vist,
men teir tankar hevur hon nú,
lagt í isskáp hans og fryst.