Saman eru vit vøkur
Barnasangbók Føroya
0:00 / 0:00
Saman eru vit vøkur
33 097 просмотров · 7 лет назад
Barnasangbók Føroya
2,9 тыс. подписчиков
33 097 просмотров · 7 лет назад
Tá tað er sól og tað regnar,
hygg upp í skýggini tá,
skaparin á himmalin teknar
og minnir okkum øll á,
at eingin er eins her á foldum,
at øll eru ymisk, men tó,
ein ælabogi rúmar jú øllum,
tí syngja vit so glað og so góð.
Niðurlag:
Saman eru vit vøkur,
eitt vakurt listaverk,
vit eru hvít og svørt, – og alt er ljósareytt.
Saman eru vit vøkur,
vit eru litrík, ung og sterk,
vit eru hvít og svørt, – og alt er ljósareytt.
Ein ælabogi er ikki heilur,
um hann bara manglar ein lit.
Vit vilja virða hvønn annan,
tí ælabogin – hann eru vit!
Vit trúgva ikki upp á hatur,
men kærleika, frælsi og frið.
Vit trúgva øllum tí góða,
og tí standa vit lið um lið.
Niðurlag:
Saman eru vit vøkur,
eitt vakurt listaverk,
vit eru hvít og svørt, – og alt er ljósareytt.
Saman eru vit vøkur,
vit eru litrík, ung og sterk,
vit eru hvít og svørt, – og alt er ljósareytt.
Orð og lag: Niclas Heri Jákupsson